Føroya Banki 288 milliónir í vinningi í fjør

Føroya Banki 288 milliónir í vinningi í fjør
Landskassin fær 71 milliónir krónur í vinningsbýti, og feløg hjá Gullaki Madsen fáa slakar 67 milliónir í vinningsbýti
Føroya Banki hevur aðalfund 26 mars, sama dag sum løgtingsvalið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.02.2026 - 08:03

Úrslitið hjá Føroya Banka í fjør var 288 milliónir krónur, samanborið við 310 milliónir krónur árið fyri.

Tað skrivar bankin í tíðindaskrivi, og upplýsir samstundis, at leiðslan væntar, at nettoúrslitið fyri í ár verður millum 195 og 235 milliónir krónur.

Á aðalfundinum, sum verður 26. mars, verður skotið upp at gjalda partaeigarunum íalt 202 milliónir krónur í vinningsbýti.

Áleið 5.400 føroyingar eiga í Føroya Banka, og haraftrat eigur landsstýrið 35 prosent.

Landskassin fær sostatt, eftir ætlan, 70,7 milliónir krónur í vinningsbýti.

 

Feløg hjá Gullaki fáa 66,6 milliónir

Størsti privati partaeigarin, Gullak Madsen, eigur nærum eins nógv í bankanum sum landsstýrið. Feløg hansara eiga tilsamans umleið 30 prosent av partabrøvunum í Føroya Banka,  og fáa 66,6 milliónir krónur í vinningsbýti.

"Virksemið hjá samtakinum royndist væl í farna ári, og tað sæst millum annað aftur í hækkandi innlánum, útlánum, realkredittlánum og einum framúr góðum úrsliti hjá dótturfelagnum Trygd. Vit hava havt tilgongd av nýggjum kundum og økt kundavirksemi, og harumframt hava bæði húsarhald og fyritøkur sum heild eina sunna fíggjarstøðu, sum sæst aftur í ársroknskapinum. Vit afturføra niðurskrivingar, og hetta er níggjunda árið á rað, at vit gera tað. Vit eru sostatt væl nøgd við gongdina í 2025”, sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka, í tíðindaskrivi.

Aðalfundur bankans skal vera 26. mars, sama dag sum løgtingsvalið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098