M. C. Restorff vitjar Hoydalar

bannari
M. C. Restorff vitjar Hoydalar
M. C. Restorff, sum hevur bygt brýr millum andaligan og verðsligan tónleik, verður gestur í Hoydølum í kvøld.
 
26.02.2026 - 12:59

Ein nýggj føroysk plátuútgáva í 1971 vekir ans. Nikodemussangbólkurin kalla teir ungu menninir seg, ið síggjast á plátuhúsanum - avmyndaðir ein summardag í Viðarlundini í Havn. Ein manskvartet úr Brøðrasamkomuni. Sangtekstirnir eru andaligir, sangljómurin eyðkendur og hugtakandi, fleiri hugsaðu kanska um Sangbrøður, ungir menn úr somu samkomu, ið nøkur ár framman góvu út plátur við líknandi sangi.

 

Men Nikodemussangbólkurin er okkurt annað. Ljómurin og huglagið er eitt sindur meira modernað. Og so gera teir eisini sítt egna. Ein av unglingunum í hesum bólki dugir kynstrið at smíða løg. Sangurin Meistarans hond var hansara verk.

Nikodemussangbólkurin - við eitt sindur skiftandi manning - leggur fleiri LP-plátur úr hondum komandi árini. Í 1975 "Lív" - og í 1977 "Hann legði í munn mín nýggjan song".

 

Nú hava tey flestu varnast, hvør høvuðsmaðurin er. Hann er ikki tann, ið trokar hini av, fyri at standa fremstur á palli. Hann leggur seg mest eftir at skriva sangir, at velja vandaliga burturúr, tá sangarar og spælarar skulu finnast, og síggja til, at alt verður tikið væl upp og givið út á plátu. Hann er íbirtarin, sum fær alt í lag.

Í 1980 tekur hann dik á seg og gevur út sína fyrstu eginútgávu. Fleiri av sangunum vóru tráspældir í Kvøðuljómunum í útvarpinum - allir føroyingar tóku nú M.C. Restorff til sín.

 

M. C. Restorff hevur fram um nakran annan í Føroyum bygt brýr millum andaligan og verðsligan tónleik. Hann tók nýggj ljóðføri í brúk, trummur og el-gittarar, sum trúarrørslurnar høvdu skýggjað, eisini læt hann seg freista av øllum tí søta, sum hin verðsligi, rútmiski musikkurin lokkaði við.

Tilkomin samkomufólk vóru ikki øll líka fegin um modernaða rákið, sum nú gjøgnumseyraði nýggja andaliga tónleikin í Føroyum. Og sum tann stóri reformatorurin og provokatørurin í hesari eldfimu endurnýggingarstremban mundi MC javnan fáa toyggið.

Við stórfingnu útgávuni "Ymiskt á leiðini" í 1988 gongur MC uppaftur nýggjar leiðir. Her fær hann fólk úr flest øllum trúarrørslum at ganga saman í sanginum "So ymisk og tó".

Sangirnir røkka nú eisini útum sjálvan gleðiboðskapin. "Føroyingar" er mest av øllum ein fosturlandssangur. Sangurin "Hjúnarbandið hótt" man vera eitt nýbrot sum andaligur sangur við síni lýsing av einum útkólnaðum parlagi.

 

MC er framvegis útgávuvirkin upp gjøgnum 90-árini og fram í nýggju øldina. Í øllum gongur aftur hansara nærlagni, hansara ansur fyri dygd og endurnýggjan, og hugurin at samstarva við og leiða fram á torg yngri, gávað tónlistafólk og sangarar bæði innan og uttan samkomugátt.

MC Restorff hevur latið føroyingum ríkan skatt. Eftir hann liggja sangir, ið framvegis liva sítt fríska lív. Bustar tú dustið av teimum elstu, síggjast teir framvegis skína. 

 

MC tók við sínum sangum niður garðar, ið høvdu stikað føroyingar inni í einum sundurbýttum heimi millum heims og heljar. Við sínum songum savnaði hann okkum øll at syngja sama lag.

Fyri alt hetta verður ársins tónleikaheiður 2025 latin M. C. Restorff.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. februar
RagnarRokk 26.februar 2026
203954
Hósdag 26. februar
RagnarRokk: Zac Tell um Before We All Die
203953
Hósdag 26. februar
Kvørnin: "ÓJÓ", Tunghoyrt
204901
Hósdag 26. februar
Nýtt ljóð
204892
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735
Hósdag 26. februar
Bjarki: Summar
204811
Hósdag 26. februar
Emma: Kvøða til pinkubarnið
204813
Hósdag 26. februar
Jóhanna: Trúgv
204814
Hósdag 26. februar
Sophilia: Føroyingar
204816