- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bráðskund at fáa milliónir til Sornfelli

Tað hevur so stóran skund at fáa pengar til nýggan kupul á Sornfelli, at ikki ber til at bíða til nýtt løgting er valt.
Tí hevur fíggjarnevndin fingið fíggjarnevndarskjal frá Fíggjarmálaráðnum um nýggjan kupul á Sornfelli.
Og tað verður viðgjørt seinnapartin í dag.
Landsstýriskvinnurnar í fíggjarmálum, uttanríkis- og mentamálum og Landsverk eru biðin um at koma á fundin.
Biðið er um fýra milliónir krónur. Íløgan er seks milliónir, men tvær milliónir eru tøkar.
Tær fýra milliónirnar skulu takast av játtanini til brúnna við Streymin.
Hon fær ikki brúk fyri allari játtanini í 2026, sigur Fíggjarmálaráðið.
Málið hevur bráðskund, tí Landsverk og forsvarets Etablissament- og terrænkommando hava gjørt leigu- og samstarvssáttmála um nýggjan lofteftirlitsradari á Sornfelli.
Sáttmálin kemur í gildi 1. apríl, um ávísar treytir eru loknar.
Ein treyt er nýggjur kupul. Tilboð er fingið um hann. Verður tikið av tí nú í mars, kann kupulin setast upp í summar, verður sagt í fíggjarnevndarskjalinum.




























