Regin er fyrsti føroyingur á Bouvet

Regin er fyrsti føroyingur á Bouvet
Saman við 17 øðrum radioamatørum skal Regin Nicolajsen komandi tríggjar vikurnar seta útgerð upp á fjarskotnari oyggj á suðurpólinum
 
18.02.2026 - 11:24

Bouvet.

Soleiðis eitur ein oyggj, sum liggur umleið 1500 fjóðringar í útsynningi úr Cape Town í Suðurafrika. 

Ongin býr í oynni, sum øll er dekkað við ísi, tí hitalagið har liggur millum fýra kuldastig og fýra hitastig.

Men komandi tríggjar vikurnar verður fólk í oynni, tá tilsamans 18 radioamatørar úr øllum heiminum fara rannsóknarferð til Bouvet.

Ein av radioamatørunum er Regin Nicolajsen úr Skopun.

- Sum radioamatørur samskifti eg við nógv fólk kring heimin, og tað var eisini av einum øðrum radioamatøri, at eg bleiv bjóðaður við á hesa ferðina, sigur Regin Nicolajsen, sum ikki tók av tilboðnum alt fyri eitt.

- Men eftir at hava hugsað meg um í eina tíð, helt eg hetta vera ein spennandi og stuttligan møguleika. Og eg haldi tað er stuttligt, at eg soleiðis eisini kann hitta ymiskar radioamatørar, sum eg eri vanur at samskifta við, sigur Regin Nicolajsen.

Endamálið við ferðini er at seta samskiftisútgerð upp í oynni og at samskifta haðani næstu tríggjar vikurnar ella so.

Eftir ætlan verður farið úr Cape town við báti í dag, og ferðin til Bouvet tekur væntandi millum sjey og 10 dagar. 

Í morgunsendingini greiðir Regin Nicolajsen frá radiorannsóknarferðini.

1795804


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858