TAKS: Tølini í ár eru tey somu sum í fjør

TAKS: Tølini í ár eru tey somu sum í fjør
Skattauppgerðin fyri 2025 er liðug
Skattauppgerðin fyri 2025 er liðug. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
04.03.2026 - 13:52

Í dag fáa fólk at vita, um tey fáa ov nógv goldnan skatt aftur, ella um tey hava goldið ov lítið, og tí skulu rinda írestandi skatt til TAKS fyri 2025.

18.698 borgarar fáa pengar aftur í skatti, tilsamans 61,5 milliónir krónur. Peningurin kemur á kontu mánadagin, 23. mars.

Hinvegin rindaðu 1.753 borgarar ov lítið í skatti, og teir fáa í næstum rokning uppá tilsamans góðar sjey milliónir krónur.

23.154 hava goldið rættan skatt, og tey fáa ikki pening aftur, ella skulu rinda írestandi skatt.

- Tølini í ár líkjast teimum í fjør, sigur Poula á Líðarenda, sum er deildarstjóri í TAKS:

 

04032026_Taks

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655