Kina roynir at vera væl við báðar partar í Miðeystri

Kina roynir at vera væl við báðar partar í Miðeystri
Kríggið í Miðeystri hevur eisini stóra ávirkan á Kina, tí landið innflytur nógva olju gjøgnum Hormuz-sundið, sum nú er stongt
Hormuz-sundið er stongt, og tað kemur illa við, tí nógv tangaskip sigla við olju í sundinum.
Mynd: Amr Alfiky/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
06.03.2026 - 12:20

- Myndugleikarnir í Kina hava fordømt álopið á Iran. Kortini roynir landið at vera væl við báðar partar í stríðnum, soleiðis at góð viðurskifti eru við londini, tá ið kríggið einaferð er liðugt.

Tað sigur Philip Rólin, tíðindamaður hjá danska kringvarpinum í Asia, sum býr og arbeiðir í Kina.

Kríggið í Miðeystri hevur stóra ávirkan á Kina, tí landið innflytur nógva olju gjøgnum Hormuz-sundið, sum nú er stongt.

 


Philip Róin.

 

Ber ikki til at fáa olju úr Persaraflógvanum, verður hon fingin á annan hátt.

Onnur lond í Asia eru eisini nógv ávirkað av, at olja nú ikki verður flutt gjøgnum Hormuz-sundið. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

06032026_Phlip_Roin

 

Fyri løtu síðan visti DR at siga, at Kina nú leggur trýst á Iran, um at lata skip við olju og gassi sleppa at sigla gjøgnum Hormuz-sundið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493