Nú skulu Føroyar, Grønland og Áland fáa javnbjóðis sæti í Norðurlandaráðnum

Nú skulu Føroyar, Grønland og Áland fáa javnbjóðis sæti í Norðurlandaráðnum
Nevnd er sett at endurskoða Helsingforssáttmálan, og allar stjórnir í Norðurlondum - eisini Føroyar - verða umboðaðar
Nevnd er sett at endurskoða Helsingforssáttmálan, so Føroyar, Grønland og Áland verða javnsett í Norðurlandaráðnum.
Mynd: Lars Dareberg/norden.org  
 
16.03.2026 - 13:35

Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir hava í dag gjørt av at seta eina nevnd at endurskoða Helsingfors-sáttmálan, við tí endamáli at gera tað møguligt at javnseta Føroyar, Grønland og Áland við hini londini í Norðurlandaráðnum og í Norðurlendska Ráðharraráðnum. 

Tað boðar Norðurlendska Ráðharraráðið frá í dag. 

Nevndin skal eftir ætlan orða eitt uppskot um ítøkiligar broytingar í sáttmálanum og onnur átøk, sum kunnu geva Føroyum, Grønlandi og Álandi javnbjóðis luttøku í norðurlendska samstarvinum. 

 

Átta nevndarlimir

Nevndin telur átta limir, sum skulu umboða stjórnirnar í øllum Norðurlondunum - eisini Føroyum.

Formannin eigur Danmark, sum frammanundan hevur formansskapin í Norðurlendska Ràðharraráðnum. 

Harumframt verður løgfrøðiligi professarin, Elina Pirjatanniemi, sum starvast á akademinum í Åbo, til taks at hjálpa nevndini í arbeiðnum. Hon hevur sjálv staðið fyri for-arbeiðnum at kanna løgfrøðiligu avleiðingarnar av at endurskoða Helsingforssáttmálan.

 


Kristina Háfoss. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hoyr samrøðu við Kristinu Háfoss, stjóra í Norðurlandaráðnum: 

 

17032026_Kristina_Hafoss

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655