Metta og danska stjórnin fáa av at vita í exit polls

Metta og danska stjórnin fáa av at vita í exit polls
Socialdemokratiet og Venstre fáa søguliga stóra afturgongd í veljarakanningunum hjá DR og TV2, tær sonevndu exit polls. Kanningar seta Løkke í ein lyklaleiklut
Sólbjørg Jakobsen og Liberal Alliance síggja út til at fara at fáa eitt sera gott val.
Mynd: dr.dk  
 
24.03.2026 - 19:14

Socialdemokratiet og Mette Frederiksen standa til størstu afturgongd síðani 1901. 

Venstre fær eisini av at vita og verður yvirhálaður av Liberal Alliance og Sólbjørg Jakobsen, sum stendur til at blíva størsti borgarligi flokkur í Danmark. 

Og so stendur SF til at blíva næststørsti flokkur av øllum. 

Tað er úrslitið av veljarakanningini hjá DR, tann sonevnda exit poll. 

Kanningin skal takast við fyrivarni, men hon er ein lúsingur til Mette Frederiksen og hennara fráfarandi stjórn. 

Nógv halda, at veljarakanningarnar geva ábendingar um, at Lars Løkke Rasmussen og Moderaterne fáa ein lyklaleiklut. 

 
260324_ANNMARI_SOLVIT_EXITPOLL

 

Ann Mari Michaelsdóttir Strøm og Sólvit Nolsøe vænta, at Lars Løkke Rasmussen fær ein lyklaleiklut í donsku stjórnarsamráðingunum við teimum 14 mandatunum, sum exitpoll gevur honum og Moderatunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161