- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyameistarin verður funnin í dag

Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Hans Kristian Simonsen úr Kollafjarðar Talvfelag, sum hava vunnið hvørt talv higartil í FM-einstaklingakappingini í talvi, og eru einsamallir á odda í landsliðsbólkinum, bresta saman í røttum oddabraki í sætta og næstseinasta umfari í dag. Greitt er, at annar teirra verður føroyameistari.
Støðan í FM-bólkinum er, at Høgni Egilstoft Nielsen og Hans Kristian Simonsen hava fimm stig hvør. Og nummar trý er Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag við trimum stigum. Átta telvarar kappast í Landsliðsbólkinum.
Í 1. bólki er Markus Jacobsen úr Kollafjarðar Talvfelag á odda við 4½ stigi. Í almenna bólkinum er Bogi á Kósini úr Klaksvíkar Talvfelag fremstur við 4½ stigi, og í unglingabólkinum er Djóni Jakobsen úr Havnar Telvingarfelag á odda við 4½ stigi.
Sætta umfar verður í dag. Kappingin endar í morgin, tá sjeynda og seinasta umfar verður telvað.
Til ber at fylgja við beinleiðis hvussu telvað verður leik fyri leik á øllum borðum. Leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.



























