Føroya Bjór ákært fyri at selja brennivín

Føroya Bjór ákært fyri at selja brennivín
Føroya Bjór er ákært fyri at selja eigara og starvsfólki í Essabarr í Havn rúsdrekka. Noktar seg sekt
Føroya Bjór skal í rættin fyri at selja brennivín
Mynd: Av heimasíðuni hjá Føroya Bjór  
 
15.04.2026 - 08:11

Føroya Bjór er ákært fyri at selja eigara og starvsfólki í Essabarr í Havn rúsdrekka.

Hetta var rúsdrekka, sum skuldi skeinkjast í Essabarr, sigur ákæruritið.

Og tað er brot á loyvið, sum Føroya Bjór fekk at selja fólki, sum vitja Føroya Bjór, rúsdrekka.

Tað loyvið er latið sambært kunngerð um at flyta inn, gera og selja rúsdrekka.


Tilvildarlig mynd av ferðafólkum framman fyri Essabarr í Havn (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

"I større mængder"

Ikki er nevnt í ákæruritinum, hvussu nógv rúsdrekka er selt ólógiliga.

Har stendur bara "i større mængder" frá 11. desember 2023 til 29. november í 2024.

Føroya Bjór fekk loyvi at selja vitjandi rúsdrekka júst tann 11. desember í 2023.

Ákæruvaldið fer at krevja sekt.

Føroya Bjór noktar seg sekt.

Føroya rættur fer at viðgera málið fríggjadagin.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775