Ungarn fer framhaldandi at keypa olju úr Russlandi

Ungarn fer framhaldandi at keypa olju úr Russlandi
Komandi stjórnin sigur, at landið kann ikki loysa seg frá Russlandi, hóast roynt verður at finna aðrar veitarar
Mynd: Bernadett Szabo/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
15.04.2026 - 18:38

Komandi ungarska stjórnin, undir leiðslu av Péter Magyar, boðar frá, at hon framvegis fer at keypa olju úr Russlandi.

Sambært Magyar fer stjórnin at arbeiða fyri at fáa fleiri veitarar, men landafrøðin setur sínar avmarkingar.

- Vit kunnu ikki broyta landafrøðina. Vit fara at gera alt fyri at finna fleiri veitarar, men vit fara framvegis at keypa ta bíligastu og tryggastu oljuna, sigur hann, sambært ungarska miðlinum 24.hu.

Ein búskaparfrøðingur hjá Tisza-flokkinum hjá Magyar sigur samstundis, at tað er sannlíkt, at ES aftur fer at keypa russiska olju, tá kríggið millum Russland og Ukraina er liðugt.

Ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj lovaði týsdagin - tveir dagar eftir ungarska valið - at oljurørleiðingin Druzhba verður virkin aftur síðst í hesum mánaðinum.

Áður hevði ukrainski forsetin noktað at sett nakra dato á, nær rørleiðingin fór at lata upp aftur, og at hetta var beinleiðis orsøkin til, at stjórnin hjá Orbán valdi at blokera eitt ES-lán til Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493
Mánadag 8. juni
Veðrið
209433
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359