Fyritøkur vilja hava størri gjøgnumskygni í kommunal útboð og innkeyp

Fyritøkur vilja hava størri gjøgnumskygni í kommunal útboð og innkeyp
Stívliga triðja hvør fyritøka, sum hevur verið við í kommunalum útboði og innkeypi, sigur seg hava verið fyri órættvísi. Kappingareftirlitið mælir til at gera lóg um økið
Tilvildarlig savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.04.2026 - 10:31

Reglur eiga at gerast um kommunal útboð og innkeyp.

Kappingareftirlitið mælir til at gera lóg um økið, og verandi reglur hjá almennu stovnunum skulu dagførast.

Tað er niðurstøðan hjá Kappingareftirlitinum, sum gjørdi spurnarkanning um kommunal útboð og innkeyp.

 

Størri gjøgnumskygni

Stívliga triðja hvør fyritøka, sum hevur verið við í kommunalum útboði og innkeypi, sigur seg hava verið fyri órættvísi.

Spurt var, um fyritøkurnar meta, at staðseting í kommununi, sum bjóðar út, kennskapur við fólk í kommununi, sum bjóðar út, ella óreiðiligar gerðir, so sum svik og mutur, hava týdning fyri, hvør vinnur útboð og innkeyp.

Fyritøkurnar, sum eru við í kanningini, vilja hava størri gjøgnumskygni og greiðari tilgongd. 

 

Ynskja felags útboðsportal

Nevnt verður, at ein felags útboðsportalur fyri land og kommunu hevði gjørt gjøgnumskygnið størri og gjørt tað lættari at geva boð. 

Eisini verður nevnt, at fyritøkurnar vilja hava betri eftirlit við, at reglurnar verða hildnar, og amboð at handhevja reglurnar. 

Útboðstilfarið skal eisini hava greiðan leist, so vánaligt útboðstilfar ikki er orsøk til, at skeivur veitari vinnur.

Kappingareftirlitið fer at spyrja landsstýrismannin í vinnumálum, hvat vinnan ítøkiliga vil.

Bjarni Dal-Christiansen er búskaparfrøðingur hjá Kappingareftirlitinum. 

Kappingareftirlitid_17042026

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono. 1. sending
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860