- Tíðindi, mentan og ítróttur
FNU: Ikki skilagott at strika mvg á brennievni til bilar
FNU: Ikki skilagott at strika mvg á brennievni til bilar
Landsstýrið átti heldur at brúkt orkuna uppá at hjálpa fólki at leggja um til grønar loysnir, sigur næstforkvinnan í felagnum

Gongst sum landsstýrið ætlar, verður bíligari at fylla tangan á bilinum í næstum. Men FNU heldur tað ikki vera gott hugskot at strika meirvirðisgjaldið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
23.04.2026 - 13:16
- At strika mvg á brennievni til bilar er ikki eitt gott uppskot, og hetta er bert ein fyribilsloysn.
Tað sigur Birita F. Kjærbæk næstforkvinna í FNU, nú landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen, í morgin væntandi leggur fram uppskot um at strika meirvirðisgjaldið á bensini og dieseli.
Birita F. Kjærbæk.
- Landsstýrið átti heldur at brúkt orkuna uppá at hjálpa fólki at leggja um til grønar loysnir, sigur hon.
Ætlanin er, at lógin bara skal vera galdandi til til 31. juli.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
23042026_FNU
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























