Gera filmstónleik til Verdandi

Gera filmstónleik til Verdandi
Tað gongur væl við arbeiðnum at gera filmin Verdandi lidnan. Í løtuni eru leikstjórin og klipparin í Føroyum í sambandi við, at filmstónleikur verður gjørdur
23.04.2026 - 19:24

Í fjør vórðu upptøkur gjørdar til filmin Verdandi. Filmurin hevur navn eftir sluppini við sama navni, sum gekk burtur í 1944 við 15 monnum.

Søgan er føroysk, leikararnir eru føroyskir, og upptøkurnar eru gjørdar í Føroyum.

Men leikstjórin, Dagmar Knöpfel, er týskari. Hon er í løtuni í Føroyum saman við klipparanum Patriciu Rommel. Tað er í sambandi við, at filmstónleikur verður gjørdur saman við tónleikarunum Torleik Mortensen og Andreas Restorff.

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541