- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ tók alt í Gundadali har HB nærkast kreppu

Filip Brattbakk og Oussama Ali skutu málini fyri KÍ, sum vann 2-0 á HB uttan stórvegis hóvasták í stórdystinum í Gundadali sunnudagin.
Bæði málini komu í fyrra hálvleiki, og HB megnaði als ikki at svara aftur ímóti føroyameistarunum, sum eru á sigurskós eftir javnleikin ímóti AB seinast.
KÍ nærkaðist eisini toppinum, tí á Skála misti NSÍ sigurin í yvirtíðini í undirhaldandi 3-3 javnleiki. Tískil er KÍ nú tvey stig aftanfyri runavíkingarnir, sum framvegis eru fremstir í Meistaradeildini.
AB tapti fyrsta heimadystin
B36 er eisini tvey stig aftanfyri NSÍ. Havnarliðið vann sannførandi 4-1 inni í Vika á Argjum, har AB tapti fyri fyrstu ferð í landskappingini í ár.
Argjamenn eru á 4. plássi við 10 stigum undir liðini á HB, sum nú er í vanda fyri at missa sambandið við toppin.
Niðanfyri tey eru Víkingur og B68. Toftamenn vóru nær við at fara við øllum í Gøtu, har teir løgdu seg framum 2-1 við tveimum málum miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tað eydnaðist kortini Víkingi at javna við brotssparki frá Jørgeni Nielsen í 86. minutti.
07 Vestur býtti um við EB/Streym á stigatalvuni og kom upp um niðurflytingarstrikuna við týðandi 2-0 sigri við Margáir, har Ola Arntsen og Jasper Van Der Heyden skutu málini eftir steðgin.




























