Royna matarskipan í skúlum í Tórshavnar kommunu

Royna matarskipan í skúlum í Tórshavnar kommunu
Í fyrstu atløgu vera umleið 500 næmingar partur av royndarverkætlanini
Framleiðslukøkurin á Skúlanum á Fløtum skal gera matin, og haðani verður hann fluttur til hinar skúlarnar. 
 
27.04.2026 - 15:01

Fólkaskúlanæmingar í Tórshavnar kommunu skulu nú fáa heilsugóðan og dygdargóðan mat mitt á degi hvønn skúladag.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Í fyrstu atløgu vera umleið 500 næmingar partur av royndarverkætlanini. Tað eru næmingarnir í grunddeildini í Eysturskúlanum, á miðdeildini í Skúlanum á Fløtum og allir næmingarnir í Kollafjarðar skúla.

 

Gera matin á Skúlanum á Fløtum

Kommunan skrivar, at tann sokallaði framleiðslukøkurin á Skúlanum á Fløtum skal gera matin, og haðani verður maturin fluttur til hinar skúlarnar. 

Eysturskúlin fær umstøður til at borðreiða og eta, og Kollafjarðar skúli er partur av verkætlanini, so royndir verða gjørdar við logistikki. 

Ein arbeiðsbólkur hevur kannað møguleikan við matarskipan, og kanningin vísir, at stórur áhugi er fyri matarskipan, har næmingarnir fáa heitan ella kaldan mat í skúlanum, og nógv eru eisini sinnað at rinda fyri skipanina. 

Arbeitt verður við eini skipan, sum partvís er fíggjað við brúkaragjaldi.

Í næstum verður søkt eftir køksleiðara at standa á odda fyri verkætlanini, skrivar kommunan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329