Eingin ætlan um at seta forboð fyri bensin- og dieselbilum

Eingin ætlan um at seta forboð fyri bensin- og dieselbilum
Í staðin fyri galdandi stuðulsskipanir, er ætlanin at gera tað lættari hjá fólki við láginntøku at vera við í orkuskiftinum, sigur landsstýriskvinnan í orkumálum
Endurgjald fyri mvg til elbilar fellur burtur í 2028.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.06.2026 - 08:16

Eingin ætlan er um at seta forboð fyri at keypa bilar og onnur akfør, sum brúka bensin ella diesel.

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, í svari til Jenis av Rana, løgtingsmann.

Hann spurdi, hvørji ítøkilig átøk, sum tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum, hevur samgongan til reiðar at seta í verk.

Og nær koma tey?

 


Eyðdis Hartmann Niclasen.

 

Skal vera lættari

Í staðin fyri tær stuðulsskipanir, sum eru nú, ætlar samgongan at gera tað lættari hjá húskjum við láginntøkum at vera við í orkuskiftinum, sigur landsstýriskvinnan.

Hvussu tað skal gerast, sigur hon einki um.

Í samgonguskjalinum stendur, at samgonguflokkarnir vilja tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum. 

Í fjør fór stuðulin til elbilar at minka. Endurgjaldið fyri meirvirðisgjald er í mesta lagi 35.000 krónur í ár og 17.500 krónur næsta ár. Tað heldur uppat í 2028. 

Og tá skulu elbilar eisini rinda skrásetingargjald.

 

Stuðul til hitapumpur minkar eisini

Í fjør fór stuðulin til elriknar hitapumpuskipanir eisini at minka.

Endurgjaldið fyri meirvirðisgjald er 50 prosent í ár og 25 prosent næsta ár. Tað heldur uppat í 2028.

Í staðin fyri hesar stuðulsskipanir, ætlar samgongan at gera tað lættari hjá húskjum við láginntøkum at gera orkuskiftið, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609