100 fólk aftrat á Bakkafrosti

100 fólk aftrat á Bakkafrosti
Nógv meiri laksur er at taka, og tað klárar ein vakt ikki at arbeiða undan
Brúk verður fyri 100 fólkum aftrat á kryvjideildini hjá Bakkafrost á Glyvrum.
 
17.06.2026 - 13:22

Bakkafrost fer at seta næstan 100 fólk aftrat í starv, nú tvær vaktir skulu vera á kryvjideildini á Glyvrum.

Bakkafrost tekur nógv meira fisk, og tað klárar ein vakt ikki at arbeiða undan.

Arbeitt hevur verið bæði út á kvøldið og leygardagar, men nú verða tvær vaktir skipaðar, ein dagvakt og ein kvøldvakt.

 


Heini Kristiansen er starvsfólkastjóri á Bakkafrosti.

 

 Fyri nøkrum árum síðani hevði Bakkafrost tvær vaktir á góðskingardeildini á Glyrvum. Men um somu tíð, sum tøkugjøldini hækkaðu, avgjørdi Bakkafrost at siga fólki upp.

Um meira verður at gera á góðskingarvirkinum nú, er ógreitt.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

17062026_Bakkafrost

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762