Granska í jarðhita fyri fyrstu ferð

Granska í jarðhita fyri fyrstu ferð
Vatnið í undirgrundini kann hava positiva ávirkan á jarðhita, og hetta fer Jarðfeingi millum annað at kanna nærri á nýggju royndarstøðini á Debesartrøð
Jana Ólavsdóttir stendur á odda fyri royndarstøðina hjá Jarðfeingi á Debesartrøð í Havn
Mynd: savnsmynd  
 
13.07.2026 - 09:10

Í Føroyum verður jarðhiti nógv brúktur til upphiting av húsum, men vitanin á økinum er avmarkað. 

Tað sigur Jana Ólavsdóttir, verkætlanarleiðari í Jarðfeingi, sum fyri fyrstu ferð er farið undir at kanna jarðhitaboringar á nýggjari royndarstøð á Debesartrøð í Havn. 

 

Vita lítið um jarðhita

Hóast vit í Føroyum brúka nógvan jarðhita samanborið við onnur lond, so er eingin gransking á økinum her heima, og ógvuliga lítið av gransking er á altjóða støði.

Fyri at vita meira, var tí neyðugt við eini royndarstøð, sigur Jana Ólavsdóttir:

- Vit hava so nógv jarðhitahol, og tí vilja vit vita, hvussu jarðhitin ávirkar undirgrundina, tí tá mann er farin í holt við at bora, so ber ikki til at venda aftur.

 


Royndarstøðin heldur til á skrivstovuni hjá Fróðskaparsetrinum. 
 

 

Vatnið ávirkar positivt

Longu nú eru ábendingar um, at vatnið kann hava eina positiva ávirkan á jarðhitan. Tí tá vatnið rennur í undirgrundina frá einum fjalli omanfyri, so kann tað flyta seg yvir í eitt jarðhitahol, og so verður nýggj orka førd til holið.

Um tað er rætt, so kann jarðhitin, sambært verkætlanarleiðaranum, vera ein betri orkukelda enn væntað.

Hetta fer granskingin millum annað at veita vitan um. Fyrstu útslitini frá verkætlanini vera klár í heyst.

 

Hoyr innslagið við Janu Ólavsdóttir her:

1822008

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558