- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hjálpa festivalgestum at sleppa av við stubbar og snús

Stubbar og snúsposar, sum liggja og rekast, eru til ampa fyri djór og børn, og skaða umhvørvið.
Við tí í huga fara IRF og G!festivalurin saman undir átak, sum hjálpa gestunum at sleppa sær av við stubbar og snús á rættan hátt, og ikki bara tveita frá sær.
Mett verður, at fólk fara at blaka upp ímóti 30.000 - 40.000 sigarettstubbar og snúsposar frá sær, teir tríggjar dagarnar á G!, skrivar IRF.
Sóljur vegleiða
Á festivaløkinum verða stubbarør sett upp, og gestirnir kunnu fáa ókeypis stubbalummar at goyma stubbar og snús í, og stubbalummarnir kunnu so latast inn á rætta stað, skrivar IRF.
Á festivaløkinum fara fólk - nevnd sóljur - at vegleiða og býta út stubbalummar.
Ein stubbi ella snúsposi í stubbarørinum munar kanska ikki nógv í sjálvum sær, men tá hundraðtals festivalgestir gera tað sama, sæst munurin, sigur IRF.
- Vit vilja heldur rætta gestunum eina hjálpandi hond, enn at hava fremstafingur á lofti. Smáar gerðir gera stóran mun, sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri í IRF.




























