- Tíðindi, mentan og ítróttur
Anna Røskva er fyrsti føroyingur í Den store bagedyst

"Eg skal luttaka í Den store bagedyst 2026!!!"
Soleiðis skrivar 34 ára gamla Anna Røskva Strøm Randidóttir Rødegaard, ið er ættað av Tvøroyri, men búsitandi í Keypmannahavn, í einari støðudagføring á Facebook.
Hetta hendir í sambandi við, at Danmarks Radio hevur kunngjørt ársins luttakararnar í sera væl umtóktu sjónvarpssendingini, sum Timm Vladimir er vertur á.
"Og eg eri allarfyrsti føroyingur nakrantíð, ið er við í sendingini," leggur Anna Røskva afturat.
Eitt lyfti til mammuna
Anna Røskva Strøm Randidóttir Rødegaard, ið er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, men er í holt við at útbúgva seg til ljósmóður, skrivar eisini, at tað eru fleiri orsøkir til, at hon hevur meldað seg til Den store bagedyst.
"Eg droymi um at umboða Føroyar, men eg hevði eisini eitt lyfti til mammu mína við mær inn í (baki)teltið," skrivar Anna Røskva, sum fyri nøkrum árum síðani misti mammu sína, ið doyði av krabbameini.
Upptøkurnar eru gjørdar í summar, og Anna Røskva skrivar eisini í sínari støðudagføring, at hon gleðir seg til, at fólk sleppa at síggja úrslitið.
"Nakað av tí allarbesta, ið eg taki við mær, eru tey fólk, ið eg møtti á leiðini. Eg kundi ikki ynskt mær eitt betri lið - fólk, sum mann ikki kann annað enn blíva góður við."



















