Ein milliard til Vestmanna

Ein milliard til Vestmanna
Longri tunnilin, úr Leynum til Vestmanna, kostar umleið eina milliard krónur, íroknað váðaískoyti
Tað fer at kosta millum góða hálva og eina milliard krónur at gera ein nýggja tunnilsfarleið til Vestmanna
 
16.09.2026 - 21:01

Fýra krónutøl eru í svarinum, Jacob Vestergaard hevur givið tingmanninum Grími Sundstein, sum spurdi eftir Vestmannatunlinum. Munurin á lægsta og hægsta tali er næstan ein hálv milliard.

Løgtingsmaðurin spurdi annars ikki eftir kostnaðinum. Hann spurdi, nær væntandi verður klárt at prosjektera tunnilin til Vestmanna, um landsstýrismaðurin ætlar at leggja verklagslóg fyri tingið hesa tingsetuna, og um landsstýrismaðurin ætlar at raðfesta Vestmannatunnilin frammarliga í nýggju langtíðarætlanini.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í tunnilsmálum, upplýsir í svarinum, at Landsverk hevur arbeitt við tveimum ymiskum tunnilsloysnum. Einum 4,2 km longum tunli úr Kvívík til Vestmanna og einum 6,2 km longum tunli úr Leynum til Vestmanna.

 

Milliardin spøkir

Stytri tunnilin, millum Kvívík og Vestmanna, er mettur at kosta 550 milliónir krónur. Við 30% váðaískoyti er kostnaðurin 715 milliónir.

Longri tunnilin, millum Leynar og Vestmanna, er mettur at kosta 800 milliónir. Við 30% váðaískoyti kostar tunnilin umleið eina milliard krónur.

Jacob Vestergaard upplýsir, at málið er at fáa allar fyrireikingar til Vestmannatunnilin lidnar í 2027, so verkætlanin verður klár at bjóða út, tá peningur verður tøkur til endamálið.

Til spurningin, um Vestmannatunnilin verður raðfestur frammalaga, svarar landsstýrismaðurin soleiðis:

- Árligi íløgukarmurin verður á leið 600 milliónir krónur næstu árini. Tað er trupult at raðfesta íløgurnar, tí tørvurin er sera stórur, bæði innan samferðslumál og flest onnur málsøki.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221