- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fosturtøkan aftur í tinginum

Broytingarnar, sum Miðflokkurin vil hava í nýggju fosturtøkulógini, sum kom 1. juli, eru á skránni hjá løgtinginum í dag.
Miðflokkurin vil krevja, at kvinnan fær ráðgeving og umhugsanartíð, áðrenn hon tekur endaliga avgerð um fosturtøku.
Harumframt skal kvinnuni standa í boði ultraljóðskanning í hesum tíðarskeiðinum, sum er minst fimm dagar.
Eisini verður skotið upp, at kvinnur, sum søkja um at fáa fosturtøku, anonymt skulu upplýsa, hvør orsøkin er til, at tær søkja um fosturtøku.
Tað skal gerast fyri at fáa føroysk hagtøl um orsakirnar til fosturtøku, sigur Miðflokkurin.
Tá verður lættari hjá landsins stjórn og áhugafelagsskapum at gera tiltøk fyri at minka fosturtøkutalið.
Og ein gudfrøðingur, ikki sálarfrøðingur, skal vera í samráðnum, sigur Miðflokkurin eisini.
Sambært lógini kann eitt samráð loyva fosturtøku, um kvinnan, tí hon er sinnissjúk, hevur viknað sinnisligum virkisføri ella álvarsliga viknaða heilsu, ikki er før fyri at skilja, hvønn týdning inntrivið hevur.
Málið fer í rættarnevndina eftir fyrstu viðgerð.
Tingfundurin í dag er klokkan ellivu.























