- Tíðindi, mentan og ítróttur
Limagjald til fakfelag kann dragast frá í skatti
Limagjald til fakfelag kann dragast frá í skatti
Uppskot um broytingar í skattalógini er lagt fyri tingið

Løgtingið skal viðgera uppskot um fleiri broytingar í skattalógini.
01.10.2026 - 08:08
Tey, sum gjalda fakfelagi limagjald, eiga at kunna draga tað frá í skattinum.
Frádráttur skal latast fyri í mesta lagi 2.000 kr í fakfelagsgjaldi í 2027 og 4.000 kr. frá 2028.
Tað er ein av fleiri broytingum í skattalógini, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum legði fram í gjár.
Ein onnur broyting er at steðga stigvísu minkingini í uttanlandsfrádráttinum.
Samdøgursfrádrátturin skal hækka. Hann skal úr 120 krónum upp í 210 krónur.
Og loyvt verður at taka pengar fyri lønarflytingar í lønarportalinum fyri at fíggja rakstur og menning hansara.
Hetta bera peningastovnarnir nú.
Men tað skulu arbeiðsgevararnir gera, sambært lógaruppskotinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























