Biðja partamannin í landsstýrinum um at taka uppskotið aftur

Biðja partamannin í landsstýrinum um at taka uppskotið aftur
Fólkafloksumboðini í Tórshavnar býráð halda tað vera ov lætt hjá Jacobi Vestergaard at fara niður í lumman hjá Tórshavnar havn eftir pengum
Birgir Nielsen og Høgni Vilhelmsen umboða Fólkaflokkin í Tórshavnar býráð.
 
08.10.2026 - 15:17

Fólkaflokkurin í Tórshavnar býráð heitir staðiliga á Jacob Vesturgaard, landsstýrismann, um at taka uppskotið aftur, um at sleppa undan at Strandferðsluni at rinda havnargjald.

Hetta fer at kosta Tórshavnar Havn umleið sjey milliónir krónur.

Teir báðir býráðslimirnir í Fólkaflokkinum í Tórshavnar kommunu eru Birgir Nielsen og Høgni Vilhelmsen. Teir halda tað vera ov lætt hjá landsstýrismanninum at fara niður í lumman hjá Tórshavnar havn eftir pengum, sum hann ikki megnar á síni egnu fíggjarlóg, sum teir málbera seg.

Teir siga, at uppskotið stríðir móti stýrisskipanarlógini og grundlógini, at tað ger seg grunnleggjandi inn á kommunala sjálvræðið, og at tað hóttir tilverugrundarlagið hjá Tórshavnar havn.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423