Anders fekk húgvuna

Anders fekk húgvuna
Ein av teimum mongu 100 næmingunum, sum fingu prógv í dag, er 22 ára gamli Anders Godik Højen í Havn. Hann hevur gingið á Serbreytini á Glasi
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
23.06.2022 - 18:41

Anders Godik Højen er nógv broyttur, síðani hann byrjaði á Serbreytini á Glasi fyri fýra árum síðani.

Pápin, Jens Godik Højen, heldur, at sonurin er mentur ómetaliga nógv.

Undirvísingin á Serbreytini er øðrvísi enn í øðrum flokkum á Miðnámi.

Fleiri av teimum, sum hava gingið á Serbreytini áður, hava nú fingið arbeiði.

Anders Højen skal nú arbeiða á vaskarínum á Landssjúkrahúsinum, har hann hevur verið í starvsvenjing áðrenn. Har trívist hann væl.

Tað er triðju ferð at næmingar á Serbreytini á Glasi fáa prógv. 

Serbreytir eru eisini á Miðnámi á Kambsdali, á TSK í Klaksvík og á Miðnámsskúlanum í Suðuroy.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401