ÍSF á ferð við strategiini

ÍSF á ferð við strategiini
Í vár legði Ítróttarsamband Føroya nýggja strategi fram undir slagorðinum 'í felag fram ímóti felags málum'. Hesa vikuna fer ÍSF á ferð at fortelja um nýggju ætlanirnar
08.11.2022 - 09:43

Hesa vikuna fer Ítróttarsamband Føroya á ferð kring landið at leggja sína nýggju strategi fram.

Strategiin undir slagorðinum 'í felag fram ímóti felags málum' varð samtykt av sersambondunum á aðalfundinum í vár, og næstu 10 dagarnar skipar ÍSF fyri tiltøkum og fyrilestrum kring landið.

Ætlanin er í stuttum at greiða fólki, sum eru áhugað og virkin í lokalu ítróttafeløgunum, frá ætlanini, og at hoyra teirra sjónarmið. 

Fyrsta tiltakið verður í Løkshøll týskvøldið, har Mark Lausen-Marcher skal hava fyrilestur.

Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF og Mark Lausen-Marcher, ítróttarstjóri í HSF, vitjaðu 3-2 mánakvøldið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846