Norðurlandaráðið tingfund á Hotel Føroyum

Norðurlandaráðið tingfund á Hotel Føroyum
Hotel Føroyar verður mánadagin og týsdagin karmur um fyrsta fundin hjá Norðurlandaráðið í Føroyum. 250 fólk úr øllum Norðurlondunum vera við á fundinum
05.04.2024 - 19:35

Veistluhølið á Hotel Føroyum verður í løtuni gjørt um til tinghøli, nú Norðurlandaráðið fyri fyrstu ferð í søguni hevur fund í Føroyum.

Nógvar fyrireikingar eru gjørdar, nú eitt nýtt tinghøli verður gjørt á Hotel Føroyum, har pláss skal vera fyri 87 tingfólkum umframt ráðharrum og embætisfólkum.

Tað eru danir, sum í løtuni hava formansskapin í Norðurlandaráðnum, ið spurdu, um Føroyar vildu hýsa fundinum.

- Eg síggi fram til at bjóða vælkomin, sigur Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, sum er vertur fyri fundinum.

Á fíggjarlógini í ár eru játtaðar 900.000 krónur til at skipa fyri temafundinum hjá Norðurlandaráðnum.

Norðurlandaráðið varð stovnað í 1952. Tey størru norðurlondini Danmark, Norra, Svøríki, Finnland og Ísland eru limir, umframt tey sjálvstýrandi økini Føroyar, Grønland og Áland.

Føroyar hava søkt um fullgildigan limaskap í Norðurlandaráðnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Hósdag 15. januar
RagnarRokk: Robby Thomas Walsh um Banned
201515
Hósdag 15. januar
EM 26 tíðindi - 15 jan 2026
202745
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571