Fótbóltskvinnurnar: Gott lag undan grikskari vitjan

Fótbóltskvinnurnar: Gott lag undan grikskari vitjan
Fríggjakvøldið vunnu bestu føroysku fótbóltskvinnurnar 4-0 á Andorra í EM-undankappingardysti. Í morgin vitjar Grikkaland á Tórsvølli, og ætlanin er at fáa trý stig afturat
Hans Erik Danielsen / FSF
03.06.2024 - 18:15

Lagið var gott á Tórsvølli mánadagin. Bestu føroysku fótbóltskvinnurnar løgdu síðstu hond á fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin ímóti Grikkalandi, sum vitjar týsdagin.

Fríggjadagin vunnu Føroyar 4-0 á Andorra, og bæði venjarin og ein av royndastu spælarunum ætla sær trý nýggj stig ímóti grikkum.

 - Vit fara nokk ikki at hava líka nógv spæl, sum vit høvdu ímóti Andorra. Kanska grikkar fara at hava bóltin eitt sindur meir og stýra spælinum í ein ávísan mun, men vit ætla at vera til reiðar, tá vit fáa bóltin og at hava eina ætlan, segði Eyðvør Klakstein, sum rundaði 50 dystir ímóti Andorra.

 - Tað er eitt lið, sum ikki er vant við at skula stýra dystinum, og tað gav teimum trupulleikar seinast, vit spældu. So eg gleði meg til enn ein dyst, har vit fara at trýsta tær so nógv, sum vit kunnu, so leingi, sum vit kunnu, segði landsliðsvenjarin, Signe Pries Andersen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723