Tórshavn Maraton fyri tjúgundu ferð

Tórshavn Maraton fyri tjúgundu ferð
Bogi Hjalt úr Bragdinum og Lydia í Lambanum úr Roysninum vunnu stóru rennikappingina Tórshavn Maraton, sum var á skránni fyri tjúgundu ferð, hóast verkfallið órógvaði
10.06.2024 - 15:40

Verkfall legði landið lamið, men onkustaðni millum 700 og 800 runnu kortini Tórshavn Maraton, sum var á skránni fyri tjúgundu ferð.

Bogi Hjalt vann kappingina hjá monnum. Rennarin úr Bragdinum lá leingi aftan fyri liðfelagarnar, Rógva Kárason og Oliver Granhøj, men yvirhálaði báðar í síðstu kilometrunum og fór um mállinjuna við tíðini 2,51.58.

Lydia í Lambanum endurvann kappingina hjá kvinnum. Hon legði seg framum beinanvegin, varðveitti leiðsluna allar 42 kilometrarnar og kom á mál í Vágsbotni við tíðini 3,35.03.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212773
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598