Fjallasúkklukapping: Stuttleikin og felagsskapurin í hásæti

Fjallasúkklukapping: Stuttleikin og felagsskapurin í hásæti
Tey kappast, men ganga hægri upp í at hava tað stuttligt í góðum felagsskapi. Síðsta umfar av fjallasúkklukappingini í vetur var í kavanum í Hoydølum um vikuskiftið
18.11.2024 - 14:38

Síðsta umfar av vetrarkappingini í fjallasúkkling var í kavanum í Hoydølum um vikuskiftið, og tað var Óli Hansen, sum var fyrstur á mál, meðan Uni Heðinsson vann vetrarkappingina samanlagt.

Fjallasúkklingin snýr seg kortini um nógv meir enn sjálva kappingina, og um hvør endar nummar eitt, tvey og trý.

 - Tað er ikki endiliga tað, vit ganga hægst upp í, sigur Bartal í Gongini, fyriskipari.

Stuttleikin og felagsskapurin hevur minst líka nógvan - um ikki størri týdning fyri íðkararnar.

 - Vit ganga hægri upp í, at tað koma nógv fólk, at vit hava tað stuttligt og møtast, greiðir Bartal í Gongini frá.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444