- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landið vil ikki blanda seg í dálkingina frá cruise-vinnuni
At cruise-skipini dálka vita øll. Og tey dálka øgiliga illa, tá tey í fólkatali viðhvørt rúma túsunstals ferðafólk og hava sama útlát, sum ein meðalstórur býur.
Hetta hevur fingið komandi borgarstjóran í Havn, Elsu Berg, at siga, at hon ynskir at seta í verk tálmandi tiltøk og á tann hátt avmarka talið av cruise-skipum í Havn.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, sigur seg fegnan taka ímóti øllum tí, sum Havnin havnar.
Og Margit Stóra, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, ætlar sær einki at gera.
Margit Stóra er heldur ikki av tí fatan, at landið skal taka nøkur stig at fáa kommunurnar at ganga nøkunlunda í takt. Landið blandar seg snøgt sagt uttanum.
Talið av cruise-skipum veksur alsamt. Taka vit bara Havnina, so komu cruise skip 46 ferðir inn á Havnina. Komandi ár eru fráboðaðar 52 komur higartil. Um skipini er fullsett svarar tað til 36.755 ferðafólk og eina manning sum telur 18.469 fólk.