Pengar til ung at brúka til umhvørvi

Pengar til ung at brúka til umhvørvi
15 til 30 ára gomul í Norðurlondunum kunnu nú søkja um fígging til verkætlanir um umhvørvi og lívmargfeldi
Nýggjur grunnur er stovnaður.
 
07.10.2024 - 06:14

15 til 30 ára gomul í Norðurlondunum kunnu nú søkja um fígging til verkætlanir um umhvørvi og lívmargfeldi.

Norðurlandaráðið, Norðurlendska ráðharraráðið og Dansk ungdoms fællesråd hava stovnað grunnin Nordisk Ungdomspulje for Biodiversitet og Klima.

Dansk ungdoms fællesråd umsitur grunnin.  

Ætlanin við grunninum er at veita átøkum, sum norðurlendskur ungdómur tekur stig til, stuðul.

Hesi átøk kunnu vera til dømis upplýsing, kanningarferðir í náttúruni, námskeið og menning av veðurlagspolitikki.

Søkjast kann um millum 25.000 og 250.000 danskar krónur.

Í grunninum eru tríggjar milliónir og 54.000 kr.

Umsóknarfreistin í fyrra umfarinum er til 27. oktober í ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672