Too fúl for school: Umstríddur teknifilmur tikin av skrá

Too fúl for school: Umstríddur teknifilmur tikin av skrá
Havnar Bio hevur tikið Spermageddon av skránni aftur, tí teknifilmurin varð mettur at vera óhóskandi fyri sjey ára gomul børn. Biograf-eigarin saknar eitt føroysk miðlaráð.
06.03.2025 - 19:33

Fyrsta sýning av norska teknifilminum Spermageddon skuldi vera í Havnar Bio í dag klokkan fimm.

Men í gjár varð umstríddi filmurin tikin av plakatini aftur, tí filmurin er mettur at vera óegnaður fyri sjey ára gomul børn.

 - Vit hava ikki heimild at hækka aldursmarkið, sigur Mourits Clementsen, sum rekur Havnar Bio.

Hann saknar, at almennu myndugleikarnir taka ábyrgd og seta eitt miðlaráð, sum skal áseta aldursmark á filmar.

Miðlaráðið er óvirkað

Lógin um miðlaráð, sum skal verja børn og ung, varð sett í gildi í 2007. Miðlaráðið kom ístaðin fyri filmseftirlitið, sum annars tók sær av at seta aldursmark á filmar.

Men síðani 2011 hevur einki miðlaráð virkað, og føroysku biografarnir hava verið noyddir at halda seg til tey aldursmark, sum eru ásett í teimum londum, har filmarnir koma frá.

Í hesum førum hevur danska miðlaráðið sett aldursmarkið á 7 ár; og tí hevur Havnar Bio tvinnir møguleikar: Antin at áseta sama aldursmark ella at taka filmin av plakatini.

Í hesum førum valdi Havnar Bio seinna møguleikan.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512