Sikta eftir HM-endaspæli

Sikta eftir HM-endaspæli
Fótfimu føroysku hondbóltskvinnurnar ætla at vinna á stóru og tungu gestunum, tá Føroyar taka ímóti Litava við Tjarnir mikudagin. HM-pláss stendur upp á spæl
08.04.2025 - 10:48

HM-pláss stendur upp á spæl í teimum báðum playoff-dystunum hjá hondbóltkvinnunum ímóti Litava hesa vikuna.

Føroyar byrja við Tjarnir í annaðkvøld, og bakspælarin Maria Pálsdóttir Nólsoy er greið yvir týdningin av einum góðum úrslitið á heimavølli.

 - Tað er sjálvandi øgiliga umráðandi at fáa eitt gott útgangsstøði, áðrenn vit skulu spæla útidystin í Litava, so har fara øll mál at telja, sigur bakspælarin úr HH Elite.

 

Fótfimi ímóti tyngd

Fótfimu og kviku føroyingarnar mugu aftur hesa ferð dúva upp á skjóta spælið ímóti litavum, sum hinvegin eru tungir og skotsterkir útifrá.

 - Har trúgva vit upp á, at vit hava skjótt spæl og kvikar føtur, sum kunnu valda teimum trupulleikar, sigur venjarin Claus Mogensen.

Fleiri av EM-spælarunum eru ikki við í hópinum hesa ferð. Millum annað mangla Annika Ljósheim Petersen og Turið Arge Samuelsen. Hinvegin er Brynja Høj til reiðar til enn eitt tørn í miðverjuni saman við Pernille Brandenborg.

 - Tað kemur ótrúliga væl við, at Brynja vil taka eitt tørn afturat, tí hon og Pernille hava spælt so nógvar minuttir saman, sigur landsliðsvenjarin.

 - Vit høvdu ikki havt tíð at skapt tær somu relatiónirnar. Tær finna hvørja aðra skjótt, og tað vænti eg verður sera umráðandi ímóti Litava, sigur Claus Mogensen.

 

MYND: Andrei Vladut Antal

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263