Størri og rúmligari farstøð hjá Vága Floghavn

Størri og rúmligari farstøð hjá Vága Floghavn
SMJ saman við Kontrast Arkitekter, Zeso Kontrast, Spenn og Niras áttu vinnandi arkitektauppskotið í kappingini um útbyggingina av Vága Floghavn
10.06.2025 - 19:34

Verandi farstøð hjá Vága floghavn er ov lítil - serliga um summarið. Samstundis sum ferðafólkini gerast fleiri, er vorðið alsamt meira átrokandi við einari størri farstøð.

Hesa uppgávuna hava fýra toymir tikið á seg við hvør sínum verkætlanaruppskoti í kappingini um útbyggingina av Vága Floghavn.

Fyrrapart í dag varð kunngjørt, at SMJ saman við Kontrast Arkitekter, Zeso Kontrast, Spenn og Niras áttu vinnandi arkitektauppskotið.

Væntað verður, at ferðafólkatalið fer at økjast nógv næstu árini, og tí er neyðugt at fara undir útbyggingina sum skjótast, sigur Regin I. Jacobsen, stjóri í Vága Floghavn.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129