Lótu væl at langteinarógvingini

Lótu væl at langteinarógvingini
Glyvrabáturin, Sølmundur og Drekin vunnu langteinarógvingina á Skálafjørðinum, sum Róðrarsamband Føroya skipaði fyri á fyrsta sinni um vikuskiftið
Jan Herman Hansen/RSF
Royndu menninir á Glyvrabátinum vóru skjótastir, tá langteinaróður var á Skálafjørðinum um vikuskiftið
25.08.2025 - 15:56

Glyvrabáturin, Sølmundur og Drekin vóru fremstir, tá langteinarógvingin á Skálafjørðinum var fyri fyrstu ferð um vikuskiftið.

Góðir 5000 metrar skuldu rógvast úr Skálafirði út á Skála, og tað vóru royndu menninir á Glyvrabátinum, sum vóru skjótastir í bólkinum við monnum yvir 18 ár. Teir róðu teinin upp á 30:06.497 minuttir.

Hjá kvinnum yvir 18 var tað eisini kappróðrarfelagið NSÍ, sum fór avstað við gullinum. Sølmundur var skjótastur við tíðini 34:22.934 minuttir. 

Drekin vann róðurin hjá monnum undir 18 ár. Havnarmenninir komu á mál við tíðini 32:12.036.

SÍ EISINI: Skulu rógva fimm kilometrar

12 bátar vóru við til fyrstu útgávuna av langteinaróðrinum hjá Róðrarsambandi Føroya, og yvirhøvur lat róðrarfólki væl at, hóast tey róðu beint ímóti vindinum. 

RSF sigur, at ætlanin er at hava kappingina aftur næsta ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334