Stjórin í Tjóðsavninum: Vit kundu arbeitt skjótari

Stjórin í Tjóðsavninum: Vit kundu arbeitt skjótari
Stjórin í Tjóðsavninum ásannar, at tey kundu havt arbeitt skjótari, nú kirkjuráðið hevur bíðað eftir góðkenning at umvæla túnið í meir enn tvey ár. Kirkjan er stongd.
25.08.2025 - 20:24

Herleif Hammer, stjóri í Tjóðsavninum ásannar, at tey kundu havt arbeitt skjótari, nú kirkjuráðið hevur bíðað eftir góðkenning at umvæla túnið í meir enn tvey ár. Eingin kirkjugong er, tí tað er ikki ráðiligt, tá kirkjufólkið dettur av leysum flísum. Kirkjuráðið hevur bíðað eftir góðkenning í meir enn tvey ár og enn ber ikki til at umvæla túnið uttan fyri kirkjuna í Sandvík.

 

Herleif Hamer vísir á, at manglandi tilfar eisini hevur seinkað arbeiðnum og tað at fleiri enn tveir partar eru í málinum. Tey á Tjóðsavninum eru samd við kirkjuráðnum um at rampa til koyristólar og parkeringpláss skulu gerast, men tey eru ikki komin til eina semju, um hvussu tað skal gerast. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952