- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lív frá fyrndini funnið á Mars
Fyri einum árið síðani kom marsbilurin Perseverance til eitt økið á Mars, har tað einaferð í fyrndini hevur runnið ein stór á í eitt vatn, sum hevur verið umleið 45 kilometrar í tvørmáti.
Í hesum økinum komu tey fram á nakrar steinar, sum mann ongantíð áður hevði sæð á Mars.
- Vit sóu beinavegin, at hetta var heilt serstakt, staðfestir David Arge Klevang, sum starvast fyri NASA á DTU Space í Keypmannahavn.
- Nú eitt ár seinni, eftir at yvir 100 granskarar hava kannað dáturnar, eru vit komin til ta úrslit, at tað, sum vit síggja, eru leivdirnar eftir smáverum, ið einaferð livdu á Mars.
Livdu fyri milliardum av árum síðani
Talan er ikki um smáverur, sum eru livandi í dag, men tað vóru tær fyri milliardum av árum síðani.
- Tey elstu fundini av lívi her á jørðini eru umleið 3,5 milliardir ára gomul. Okkara missión á Mars er sniðgivin til at kanna Mars fyri júst sama lív, sum var her á jørðini tá. Og tað hava vit nú funnið, sigur David Arge Klevang.
Talan er um smáverur, sum hava fingið orku frá oksideraðum, ella rustaðum jarni, og tað eru leivdirnar frá stoffskiftinum frá hesum verum, ið tey síggja á steinunum á Mars.
- Vit kunnu ikki við 100 prosent vissu siga, at hetta eru leivdirnar eftir lívi, tí skulu vit tað, mugu vit fáa steinarnar til jørðina og kanna teir her. Men vit hava brúkt útlukningsmetoduna, og vit eru komin til ta niðurstøðu, at út frá øllum royndum og kanningum, so er tala um smáverur, ið hava verið upp á spæl á Mars, sigur David Arge Klevang.
Mynd: NASA
Lívið á jørðini ikki serstakt
Hetta eru stórtíðindi, tí hetta er fyrstuferð, mann hevur staðfest, at lív hevur verið á einari aðrari gongustjørnu í okkara sólarskipan.
Hetta merkir í stuttum, at lívið á jørðini ikki er serstakt, men at lív er helst allastaðni í alheiminum.
- Hetta er gigantiskt. Hetta broytir alla uppfatan av, hvussu lív breiðir seg, ikki bara her á jørðini, men í sólarskipanini. Okkara tankar, hvat lív er fyri ein stødd, og hvussu tað breiðir seg, tað skal endurskoðast, staðfestir David Arge Klevang frá DTU Space.
David Arge Klevang hevur verið verkætlanarleiðari fyri tólinum PIXL, ið situr á endanum á robottarminum á Perseverance. Tað er hetta hátøknitólið, sum hevur skanna og kanna yvirflatan á Mars, og nú hevur verið við til, at lív einaferð í fyrndini hevur verið á Mars
- Hetta er tann spurningin, ið vit eru hava ynskt at svarað við hesi ferðini til Mars: Er lív bara her á jørðini, ella er tað eisini aðrastaðni í okkara sólarskipan? Vit kunnu nú staðfesta, at tað er aðrastaðni enn bara her á jørðini, sigur David Arge Klevang.
Mynd: NASA
Fakta um Mars
- Gongustjørnan Mars er fjórða gongustjørnan frá okkara nærmastu stjørnu, sólini.
- Mars er næstminsta gongustjørnan í okkara sólarskipan. Eitt stjørnuklárt kvøld sæst hon væl á himmalhválvinum, um tú veist, hvagar tú skal hyggja.
- Sagt verður, at gongustjørnan er fjórðbjartasta himmallikam á himmalhválvinum, Venus, mánin og sólin eru bjartari.
- Gongustjørnan verður ofta rópt tann reyða gongustjørna. Tað er tí, at yvirflatin á Mars er farvað reyð av jarnoxid, ella vit kunnu bara siga rustaðum jarni.
- Mars er áhugaverd, tí gongustjørnan er tætt við og minnir um jørðina. Tað er staðfest, at vatn var á mars í Noachiantíðini, tað er fyri umleið 4,1 til 3,7 milliardum árum síðani. Tá var rennandi vatn á mars, eins og vit hava vatn og høv her á jørðini í dag.
- Tað sæst týðiliga á Mars, at har hava stórar áir runnið, og eisini hava teir fjarstýrdu bilarnir hjá NASA, rovararnir, funnið steinar, har tað er týðiligt, at hesir hava verið ávirkaðir av vatni í longri tíð, nakað sum malagrót, sum kenna so væl her í Føroyum.
- Og nú vísa nýggj úrslit, at í hesum vatni hava smáverur livað.
Perseverance á mars (Mynd: NASA
Fakta um Perseverance
- Tað var á sumri í 2020, at fjarstýrdi rúmdarbilurin, Perseverance, varð sendur til gongustjørnuna, Mars.
- Ein hátøkni rovari, ið hevur til høvuðsuppgávu at kanna, um tað eina ferð møguliga í fyrndini hevur verið lív á Mars.
- Rovarin lendi á einum útvaldum staði, eitt gosker, ið verður rópt Jezero.
- Í hesum keri eru fleiri ábendingar um, at har tað eina ferð hevur verið eitt stórt vatn.
- Fylgisveinamyndir vísa, at ein á eina ferð hevur runnið í vatnið, og ein á hevur runnið úr vatninum. Eitt stað, har tað møguliga fyri fýra milliardum árum síðani var lív.
- Perseverance lendi á Mars í 2021 og hevur koyrt runt og kannað gongustjørnuna síðani.
- Hann kostar 28 milliónir krónir um dagin at hava koyrandi. Vanliga brúkar man í mesta lagið ein tíma at kanna ein stein, áðrenn hann koyrir víðari. Men í hesum førið hava tey brúkt fimm vikur uppá at kanna hesar ávísu steinarnar á mars.




























