Innræsnar plantur gera um seg í Føroyum

Innræsnar plantur gera um seg í Føroyum
Summar eru eitrandi og mugu týnast sum skjótast
06.10.2025 - 19:24

Eingjardanadáin er nýggj innræsin planta, ið seinastu árini hevur gjørt um seg í Føroyum.

- Plantan er eitrandi fyri kríatúr, og hóast tey halda seg frá henni í náttúruni, so er trupulleikin, at tey fáa hana í hoyggið. Tað ber við sær, at kríatúrini kunnu doyggja.

Tað sigur Brenna McCormick, býargartnari í Tórshavnar kommunu.

Hon leggur afturat, at tað enn ber til at forða fyri, at plantan breiðir seg meira, um vit eru skjót at týna hana:

- Um fólk síggja plantuna, so kunnu tey boða okkum í kommununi frá. Eisini ber til at týna hana sjálvi, um tað er á privatum øki. Tó er umráðandi at: bera handskar, taka plantuna upp við rótini, og koyra hana á brennistøðina.

Hesum greiðir hon nærri frá í innslagi í Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329