Føroyski skjótleikin skal standa sína roynd

Føroyski skjótleikin skal standa sína roynd
Føroyar kvinnurnar fingu dreymabyrjan í EM-undankappingini við sigri á Íslandi, men nú skal føroyski skjótleikin av álvara standa sína roynd ímóti Montenegro við Tjarnir
EHF
17.10.2025 - 20:19

Føroysku kvinnurnar vóru overfegnar eftir sigurin á Íslandi í EM-undankappingardystinum mikukvøldið.

Hetta var ikki bara fyrstu ferð í 24 royndum, at tað eydnast at vinna ímóti grannunum, men eisini tvey stig, sum kunnu telja nógv, tá EM-roknskapurin skal gerast upp einaferð næsta ár.

Dagarnir síðan hava handlað um at fáa armarnar niður aftur og siktið stillað av nýggjum, tí í morgin kemur krútsterka Montenegro á vitjan við Tjarnir. 

 - Vit høvdu ein hvílidag í gjár, har vit sluppu at feira tað eitt sindur, men í dag samlast vit so aftur, og tað er næsti dystur, sum er í fokus, segði Lív Zachariasen til seinnapartsvenjingina leygardagin.

Verjuspælið hjá júst Lív Zachariasen ímóti Íslandi undir liðini á Pernille Brandenborg ger vónandi, at saknurin eftir Brynju Høj ikki verður so stórur, sum óttast var fyri.

Í álopinum gera kviku føroysku bakspælararnir seg til reiðar at møta stóru montonegrinarunum, sum spæla hart og ikki eru bangnar fyri at brúka skitnar balkansnildir. 

 - Í álopinum snýr tað seg um at toyggja tær sundur og skapa pláss ímillum verjuspælararnar, so vit kunnu renna ímóti teimum í tvídystunum, segði venjarin, Claus Mogensen.

 - Tað verður kanska ikki líka nemt at koma ígjøgnum, sum tað var ímóti Íslandi, so vit skulu duga at sleppa bóltinum og spæla hvørja aðra góða og spæla við nógvari ferð, segði Súna Krossteig Hansen, sum spældi ein góðan dyst í Íslandi.

Maria Pálsdóttir Nólsoy hevur framvegis ein snudd í økslini, so hennara leiklutur kann gerast avmarkaður, meðan Karin Egholm beklaði í venjing fyrrapartin leygardagin, og verður avloyst av Brynhild Pálsdóttir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674