Undirsjóvardronur at nýta til leiting og annað

Undirsjóvardronur at nýta til leiting og annað
Nýggjar undirsjóvardronur, sum nú verða royndar í Føroyum, kunnu til dømis lætta munandi um leiting, bjarging og at staðfesta kaðalslit
04.11.2025 - 19:25

Danska sjóverjan roynir í hesum døgum nakrar undirsjóvardronur í Føroyum. Í dag vóru tær royndar á Kalbaksfirði.

- Tað er stórur fyrimunur at hava undirsjóvardronur, tá ið talan er um leiting, bjarging  og minurudding. Tær lætta munandi um arbeiðið, sigur Jan Fischer Stripp, kommendørkapteynur í donsku sjóverjuni.

Undirsjóvardronurnar kunnu fara niður á hundrað metrar dýpi og leita í upp til 10 tímar út í eitt. Tá ið tær vera tiknar upp aftur verður dáta kannað.

Til ber eisini at hava kamera á, og eitt minni økið verður kannað, ella kavarar fara niður, á eitt serliga áhugavert øki.

 

Norska Løva

Tað kann eisini vera ein fyrimunur fyri Føroyar at hava tílíkar undirsjóvardronur.

- Vit kunnu kanska finna meira út av vrakinum av Norsku Løvu, ella um kaðalslit er, ella vit skulu leita eftir onkrum, sigur Ove Ritter, chefsersjantur á Arktisk Kommando.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961