Pernille til Bukarest: Ov gott at siga nei til

Pernille til Bukarest: Ov gott at siga nei til
Tilboðið frá stórliðnum CSM București var ov spennandi at siga nei til, og tí skiftir Pernille Brandenborg úr Storhamar til rumenskan hondbólt í summar
Pernille Brandenborg hevur ein lítlan skaða, og tí ber til hjá henni at hyggja at manslandsliðnum í Oslo
17.01.2026 - 15:28

Liðskiparin á føroyska hondbóltslandsliðnum, Pernille Brandenborg, fekk eitt somikið spennandi tilboð frá CSM București, at hon ikki kundi siga nei, takk.

 - Eg havi havt tað sera gott í Storhamar, men tá tú fært ein slíkan møguleika at stíga eitt fet longur upp á yrkisleiðini, mátti eg taka av, sigur Pernille Brandenborg, sum í hesum døgum  er í Olso og hyggur at føroyska manslandsliðnum í EM-endaspælinum.

Rumenska oddaliðið kunngjørdi skiftið í gjár, og Pernille Brandenborg váttaði tað í FM1-útvarpssending úr Oslo. Talan er um stórlið, har millum annað donsku landsliðsspælararnir Emma Friis, Trine Østergaard og Anne Mette Hansen spæla í løtuni. CSM hevur vunnið átta meistaraheitið síðan 2014, og í 2016 eydnaðist eisini at vinna Champions League.

 - Hetta er eitt lið, sum hevur ambitiónir í Champions League, hevur nógvar dugnaligar spælarar og er í sterku rumensku kappingini, segði Pernille Brandenborg, sum ætlar at menna seg ímillum allar teir dugnaligu spælararnar í rumenska høvuðsstaðnum.

 - Har er hørð kapping um plássini, so vit fáa at síggja, men eg fari at gera mítt besta og vil sjálvandi fegin inn at spæla, segði Pernille Brandenborg.

Strikuspælarin hevur gjørt tvey ára sáttmála við nýggja felagið og skal byrja í Bukarest eftir hetta kappingarárið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083