Tað grør um gangandi fót á Sandi

Tað grør um gangandi fót á Sandi
Tað er eftirspurningur eftir grundstykkjum á Sandi, og tí hevur Sands kommuna gjørt stórar íløgur í nýggjan barnagarð, umframt at gera grundstykkir byggiklár
02.02.2026 - 19:29

Í løtuni búgva 550 fólk í Sands kommunu, og tað eru 27 fleiri enn fyri einum ári síðan.

Tað er eftirspurningur eftir grundstykkjum á Sandi, og eitt byggiklárt grundstykki á Sandi kostar umleið 300.000 krónur. 14 grundstykkir eru eftir í nýggju útstykkingini.

Fleiri barnafamiljur leita sær til Sands, og tað setur krøv til barnaansingina. Barnagarðurin á Teiginum hevur tænt fyri seg, og skjótt verður flutt í nýggjan barnagarð uppi á Ryggi.

Vøggustovubørnini eru flutt inn í nýggja barnagarðin í dag, men tað er ikki heilt klárt hjá barnagarðsbørnunum at flyta inn, tí enn manglar økið rundanum nýggja barnagarðin at gerast, men Anita Sigurðsdóttir, dagstovnaleiðari, vónar, at klárt verður hjá barnagarðsbørnum at flyta inn í nýggja barnagarðin í summar.

Samanlagt verða tað pláss fyri 50 vøggustovubørnum og 50 barnagarðsbørnum.

Anita Sigurðsdóttir merkir størri áhuga frá barnafamiljum at seta búgv á Sandi, tí javnan spyrja foreldur, hvørji útlitini eru fyri, at fáa børn á stovn á Sandi.

Sum er, hevur tað verið bíðlisti at fáa vøggustovubørn á stovn, men við nýggja dagstovninum er eingin bíðilisti.

Men tað er ikki heilt bíligt fyri eina kommunu sum Sands kommuna at gera íløgu í nýggjan barnagarð, men hóast tað, so verður skattaprosentið í Sands kommunu ikki hækkað. Skattaprosentið í kommununi er 20,75 prosent.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983