Landsverk skal ikki byggja land longur

Landsverk skal ikki byggja land longur
Byggiverkætlanir skulu nú leggjast til aðalráðini. Á landsstýrisfundi í gjár varð avgjørt at niðurleggja Verkætlanardeildina hjá Landsverki
30.06.2026 - 21:35

Landsverk hevur mist leiklutin sum almennur byggiharri.

Tað var seinnapartin í gjár at stjórin á Landsverki, Marjun Weihe Thomassen, fekk fráboðan frá Vinnumálaráðnum um, at Verkætlanardeildin, har 18 fólk starvast, skal niðurleggjast. 

Á Landsverki hevur verið kreppufundur um málið í morgun, men hvørki stjórin ella deildarleiðarin á Verkætlanardeildini, Sigurð Ó. Vang, vilja gera samrøðu við Dag og viku um málið í dag.

Í tíðindunum á døgurða segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Vinnumálum, at hann hevur mist álitið á Landsverki í samband við bygging.  Tað er orsøkin til at byggiverkætlanir skulu flytast til aðalráðini.

Stjórin á Landsverki, Marjun Weihe Thomassen, segði seinnapartin í stuttum skrivi, at hon harmast um mista álitið, men at talan er um eina politiska avgerð, sum tey sjálvsagt fara at virða. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858