Nógvar bumbuspreingingar í Svøríki í ár

Nógvar bumbuspreingingar í Svøríki í ár
Talið av bumbuspreinginum í suður Svøríki er tvífaldað seinasta árið. Tað sigur svenska kringvarpið
 
01.11.2019 - 17:14

Í tíðarskeiðnum millum januar og oktober í ár hava 71 spreingingar verið í Suðursvøríki. 

Sambært Ylva Ehrlin, greinara hjá nationalu bumbuverjuni, er hetta ræðandi tal.

- Vit eru 10 miljónir fólk í Svøríki, men hetta lutfallið av spreingingum havi eg ikki sæð í nøkrum øðrum ídnaðarlandi, sigur hon.

Í desember 2018 fekk ein 18 ára gamal maður álvarsligan skaða av eini spreingin í Malmø. Nú situr hann varðhaldsfongslaður fyri sjálvur at hava roynt at aktivera spreingiløðingina í eini trappugongd í Malmø. 

Ylva Ehrlin, greinari, sigur, at fólk vita ikki, hvussu vandamikið tað er at fáast við spreingievni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542