Samherji hevur mutrað í 10 ár

Samherji hevur mutrað í 10 ár
Íslendska reiðaríið, sum eisini eigur í einum føroyskum reiðaríi, hevur brúkt tíggjutals milliónir til at mutra seg fram at fiskikvotum í Namibia
Samherji, sum eigur umleið ein fjórðing í føroyska reiðarínum Framherji, hevur seinastu tíggju árini mutrað leiðandi politikarar og embætisfólk í Namibia fyri at fáa hendur á landsins virðismiklu fiskikvotum
Mynd: Savnsmynd/RUV  
 
13.11.2019 - 14:50

Íslendska reiðaríið Samherji hevur seinastu tíggju árini mutrað leiðandi politikarar og embætisfólk í Namibia fyri at fáa hendur á landsins virðismiklu fiskikvotum.

Tað hevur íslendska kringvarpið RÚV avdúkað saman við Al Jazeera og Stundin.

Eftir í fleiri mánaðir at hava granskað skjøl frá Wikileaks, eru journalistarnir komnir fram til, at Samherji hevur vunnið nógvan pening burtur úr namibisku kvotunum, og at reiðaríið hevur flutt profittin úr Namibia í eitt tiltikið skattskjól.

Lekin túsundtals skjøl

Samherji hevur sambært RÚV brúkt tíggjutals milliónir danskar krónur til at mutra seg fram at kvotunum í Namibia.

Lekin, sum Wikileaks fekk fram í ljósið, fevnir um túsundtals skjøl við samskifti hjá starvsfólkum í Samherja. 

Ein, sum er nevndur í skjølunum, er Johannes Stefansson. Hann hevur valt at stíga fram alment og siga sum er.

Varskógvari: Talan er um skipaðan kriminalitet

Hetta er brotsmannavirksemi. Hetta er skipaður kriminalitetur. Samherji fær vinning burturúr tilfeinginum í Namibia og tekur allan peningin úr landinum og ger íløgur aðrastaðni í USA ella Europa, sigur Johannes Stefansson við RÚV.

Hann játtar sjálvur at hava framt brotsverk í hesum sambandi fyri Samherja.

Eg breyt lógirnar til frama fyri Samherja, meðan eg arbeiddi har. Eg var maðurin, sum fekk kvoturnar og fekk sambondini í lag eftir boðum frá mínum leiðarum í Samherja, sigur Johannes Stefansson við RÚV.

Eiga umleið ein fjórðing í føroyskum reiðaríi

Í næstan tíggju ár hevur Samherji havt tríggjar verksmiðjutrolarar í Namibia, har teir hava fiskað rossamakrel. Samherji er eisini virkið í Føroyum sum partur av einum av størstu reiðaríunum her. 

Samherji eigur umleið ein fjórðing í føroyska reiðarínum Framherja í Fuglafirði og hevur millum annað rættin at fiska næstan ein triðing av føroysku kvotunum í Barentshavinum.

Harumframt hava skipini Fagraberg og Høgaberg eina ørgrynnu av øðrum fiskiloyvum í føroyskum sjógvi sambært almennu upplýsingunum á teyggjan.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514