Vøkstur í ferðafólkatalinum

Vøkstur í ferðafólkatalinum
Í Atlantic Airways eru tey væl nøgd við árið í ár. Vøksturin liggur um 10 prosent
 
24.11.2019 - 13:54

Vøksturin í ferðavinnuni heldur fram.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sigur við Kringvarpið, at tølini hjá teimum benda á ein vøkstur á umleið 10 prosent í ferðafólkatalinum. 

Endaligu tølini eru tó ikki uppgjørd enn.

Samstarvsavtalan við Air France/KLM hevur eisini víst seg at virka sera væl, bæði til at fáa ferðafólk hendanvegin, og eisini at senda føroyingar út í heim.

Vøksturin er tískil ikki bara í ferðafólkum, sum leggja leiðina fram við Føroyum, tí føroyingar eru eisini vorðnir ídnari at fara út í heim at ferðast.

Jóhanna á Bergi leggur aftrat, at hetta hevur verið eitt spennandi ár, sum tey eru væl nøgd við. 

Vónirnar eru eisini góðar fyri komandi ár, og tey vænta at vøksturin heldur fram, sigur stjórin í Atlantic Airways.

Í næstum verða tvey nýggj gistingarhús klár at taka ímóti ferðafólkum, og hetta sæst longu nú á bókingunum fyri komandi ár, sigur Jóhanna á Bergi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025