Listasavnið tørv á væl meiri peningi

Listasavnið tørv á væl meiri peningi
Játtanin til Listasavnið skal trífaldast, skal savnið kunna veita tær tænastur, stovnurin heldur seg hava skyldu til
Listasavni Føroya tørvar 6,6 milliónir krónur afturat um árið til raksturin, siga stjórin og nevndarformanninum
 
26.11.2019 - 14:42

Tað stendur í einum skrivi, sum leiðslan á Listasavninum hevur sent Fíggjarnevndini, sum viðger fíggjarlógaruppskotið í løtuni. 

Árliga rakstrarjáttanin hjá Listasavninum í Viðarlundini í Havn er 2,3 milliónir krónur. Tað røkkur til tvey fulltíðarstørv; stjóran og ein listakønan.

Listasavnið hevur eisini havt ein bókhaldara í niðursettari tíð, men peningur hevur ikki verið til bókhald seinastu tíðina, tí savnið hevur verið noytt at raðfesta annað meira átroðkandi.

Tørva 6,6 milliónir til raksturin

Sambært stjóranum og nevndarformanninum, sum standa undir áheitanini til Fíggjarnevndina, er tørvur á 6,6 milliónum krónum árliga til rakstur.

Tørvur er eisini á, at Landsverk yvirtekur viðlíkhaldið av bygningunum, sum í dag etur ein stóran part av rakstrarjáttanini, tí bygningarnir eru í ringum standi. 

 >> SÍ EISINI Listaarvurin í vanda

Peningurin, sum biðið verður um, skal brúkast til at seta fólk at skipa eina skúlatænastu, ein bókhaldara, eitt móttøkufólk, ein savnsvørð og til at gera eina nýggja ljóðskipan, sum í so fall verður eitt tilboð til tey vitjandi á savninum.

Stjórin og listakøna starvsfólkið taka sær av øllum uppgávum í dag. Tað vil siga, tey vaska vesir, lata upp og steingja, selja atgongumerki, reka søluna av kaffi og listaverkum og alt annað, sum hoyrir seg til at reka ein stovn, stendur skrivað í áheitanini til Fíggjarnevndina.

Tørva 33 milliónir til umvælingar

Fyri kortum kom undan kavi í einari støðulýsing, at tørvur er á 33 milliónum krónum til umvælingar og viðlíkahald av bygningunum. 

Landsstýrið hevur deadline fríggjadagin at gera politisku raðfestingarnar í fíggjarlógini fyri 2020, og situr í dag á fundi um júst hetta.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, sigur í stuttari viðmerking, at tað hevur hægstu raðfesting at finna peningin til at skifta takið í Listasavninum. Restina hyggja vit uppá, sigur Jenis av Rana, uttan at lova ov nógv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329