Tingmaður undrast á raðfestingar

Tingmaður undrast á raðfestingar
Johan Dahl heldur, tað átti havt serligan áhuga hjá Kappingareftirlitinum at kannað júst veiðiliðið í fiskivinnuni
 
05.12.2019 - 14:44

Johan Dahl í Sambandsflokkinum vil nú hava at vita, hví ongar kanningar verða gjørdar av kappingarstøðuni í fiskivinnuni.

Hann spyr, um kappingarlógin og Kappingareftirlitið eisini fevna um vinnuliga virksemið í fiskivinnuni, og um landsstýrismaðurin ætlar at leggja uppskot fyri tingið, sum tryggjar, at lógin og fyrisitingarreglur eisini fevna um fiskivinnuna.

Johan Dahl sigur, at Kappingareftirlitið hevur bygt upp eina siðvenju at kanna kappingina í ávísum vinnugreinum og fyritøkur, sum virka á føroyska marknaðinum. 

Undrast á raðfestingina

Ljós verður ikki varpað á kappingarfortreytir á útboðssíðuni í stórum og týðandi vinnugreinum og á fyritøkur, ið selja vørur á útlendska marknaðinum.

Johan Dahl sigur, at henda raðfesting er ógvuliga løgin, serliga tá politiski myndugleikin útlutar veiðiloyvi, og samstundis vil hava lønsemi og virðisøking í hesi vinnugreinini. 

Henda skipanin avlagar kappingina. Johan Dahl heldur, at tað átti havt serligan áhuga hjá Kappingareftirlitinum at kannað júst veiðiliðið í fiskivinnuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334